Hvussu skal uppsjóvarfiskurin býtast ímillum londini?
Hetta er ein spurningur, sum nomið verður við, tá Føroya Fróðskaparfelag bjóðar til almennan fund mikukvøldið.
Har fer Hans Ellefsen, doktari í búskapi, at halda fyrilestur, ið fer at viðgera ferðandi fiskastovnar, serliga uppsjóvarfiskin, í Norðuratlantshavi.
Í hesum sambandi kemur hann eisini inn á eitt møgulig býti í ósemjunum um stovnarnar av uppsjóvarfiski.
Fundurin verður í Østrøm í Havn og fundarstjóri verður Kjartan Hoydal.
Hans Ellefsen, myndin, hevur skrivað phd. ritgerð um ferðandi fiskastovnar út frá einum spælteoretiskum sjónarmiði og Greinir við úrslitum frá ritgerðini hava verið útgivnar í altjóða tíðarritum.