Myndin er av borgarstjóranum í Nes kommunu, Súna í Hjøllum, Peturi Hans Hansen, umsjónarmanni og Iani D. Jacobsen, sum er formaður í B68.

Betraðar venjingarumstøður á Svangaskarði

- Vit hava keypt nýggj venjingaramboð fyri 250.000 krónur, og haraftrat hava vit umvælt og víðkað hølini, sigur Súni í Hjøllum.

 

Myndin er av borgarstjóranum í Nes kommunu, Súna í Hjøllum, Peturi Hans Hansen, umsjónarmanni og Iani D. Jacobsen, sum er formaður í B68.

Venjingarrúmið á Svangaskarði er nú opið aftur. Seinastu tíðina er venjingarrúmið umvælt og víðkað, eins og nýggj amboð eru keypt.

 

Í Nes kommunu siga tey, at seinasta hond varð løgd á verkið í gjár, og nú er høvi at venja aftur.

 

Umframt tey amboðini, sum higartil eru keypt, koma nøkur nýggj amboð aftrat í januar.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at kommunan hevur keypt nýggj venjingaramboð fyri 250.000 krónur.

 

- Haraftrat hava vit brúkt pengar upp á umvælingar og víðkan av venjingarhølunum, leggur hann aftrat.

 

Tað eru íbúgvar í Nes kommunu, sum hava atgongd til venjingarhølini og lykil fæst fyri 200 krónur við at venda sær til umsjónarmannin.


 

 

Myndin er av borgarstjóranum í Nes kommunu, Súna í Hjøllum, Peturi Hans Hansen, umsjónarmanni og Iani D. Jacobsen, sum er formaður í B68.