Í eina tíð hava fólk fýlst inn á vána umstøðurnar á spæliplássinum í Drotning Ingridar Barnagarði í Jóanesar Patursonargøtu í Havn. Í eina tíð hevur partur av spæliplássinum eisini verið stongdur, tí millum annað skreiðibreytin hevur verið í so ringum standi.
Í dag boðar Tórshavnar kommuna tó frá, at nú verður farið undir at betra um spæliplássið. Tórshavnar kommuna og nevndin fyri Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð hava í dag undirskrivað nýggja leiguavtalu.
Borgarstjórin segði tá, at barnagarðurin er ein týðandi partur av miðbýnum og vísti á, at nógv børn í miðbýnum nýta spæliplássið í barnagarðinum. Tískil er týdningarmikið, at neyðugu ábøturnar verða gjørdar.
Umframt nýggjan leigusáttmála og avgerð um at betra um spæliplássið, er avtala eisini gjørd um at neyðugar ábøtur skulu gerast á bygningarnar. Ætlanir verða nú lagdar fyri, hvussu hetta skal gerast, uttan at tað darvar vanliga virkseminum á stovninum ov nógv.