Hetta gjørdi hon fyri løtu síðani í EM-kappingini á stuttbana, sum verður svomin í Rejka í Kroatia í hesum døgum.
Undan kappingini var málið hjá Monu, at hon sum fyrsta føroyska kvinnan skuldi svimja teinin undir 9 minuttum, men tað gekk so ikki. Endaliga tíðin hjá Monu var 9.04,88. Føroyska metið eigur Jutta Thomsen, sum hevur svomið teinin upp á 9.01,58.
Jón Bjarnason, venjari, sigur, at Mona hevði ilt við at fylgja við skjótu svimjarunum á geil fýra, og at hetta tók mótið eitt sindur frá henni.
Jón Bjarnason ivast tó ikki í, at undir røttu umstøðunum hevur Mona styrkina til at svimja teinin undir níggju minuttum.










