Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
------
Nú tingið fór í summafrí var hugsandi, at friður fór at valda nakrar vikur. Men so bleiv ikki. Miðlarnir hava verið á rokanum um inntøkutrygdina, hóast tað har er neyvan nakað at fara eftir.
Tí hvat var alternativið í málinum? Rindaði landsstýrimaðurin ikki lógarbundnu útreiðslurnar, so kundi landsstýrið verið stevnt við teirri avleiðing, at landið harumframt eisini skuldi rinda endurgjald fyri drál móti borgarum.
So hevði aftur verið rok, landsstýrismaðurin skuldi so frá, tí nú vóru skyldur landsins missrøktar, og soleiðis kundi komedian hildið fram.
Sjálvrættvísi
Tað sum tó undrar allarmest er, at tey mest (sjálv)rættvísu í jagstranini eftir landsstýrismanninum og løgmanni tulka stýrisskipnina eftir betongjura og koma til eirindarleysar niðurstøður um lógarbrot, brotsmannavirksemi og vantandi andsevni í landsstýrinum.
Hetta eru somu, sum uttan hóvasták og himpr barslaðu við stjórnaruppskoti í vár, ið av lógfrøðini varð sópað av borðinum, tí uppskotið er greitt brot á stýrisskipan, tingskipan, heimastýrislóg og grundlógina.
Eitt uppskot sum undirstrikar, at Løgtingið er ávegis at eyðmerkja seg sum óálítandi og óseriøsan sáttmálapart.
Politisku markeringarnar umvegis inntøkutrygd og stjórnarskipan eru tí í besta lagi uttan innihald, í øðrum lagi beinleiðis skaðiligar.
Á heysin
Ístaðin átti álvarsemið um fíggjarstøðuna hjá landinum at havt fyrsta prioritet framum innantómu politisku markeringarnar.
Við halli, ið nú táttar í milliardina, skuldi verið nóg mikið at rivið í. Mong av okkara keyparalondum eru um at fara av knóranum, meðan onnur aka á knøuum. Hesi hóttaføll kunnu raka okkum meint.
Kortini bleiv boðskapurin um okkara búskaparstøðu vend á høvdið, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í Kvf herfyri takkaði pørtum av fíggjarnevndini fyri at hava tikið undir við sínum fíggjarkørmum, har fíggjarleisturin hevði eitt framskrivað undirskot í 2015 uppá ½ millard og eina samlaða landskassaskuld um 5 ár uppá 8 mia kr.
Var uppskotið samtykt, høvdu rentuútreiðslurnar í 2015 svarað til árliga kostnaðin av heilsuverkinum!
So fekk landsstýrismaðurin sín vilja fór landið rabundus, so einfalt er tað.
Tí havnaði fíggjarnevndin uppskotinum og kom samd aftur í tingið við púra broyttum uppskoti við onkrum stakviðmerkingum frá summum nevnarlimum. Stóri spurningurin er kortini um tað í heyst verður politiskur ryggur at standa við viðtikna fíggjarkarmin.
Veljarakanningin
Sæð í baksýni var tingsetan annars merkt av ósemjum og í mongum málum eisini atgerðarloysi. Kortini avdúkaði veljarakanningin herfyri, at nærum 3 av 4 veljarum stuðla samgonguni.
Valskeiðið er meira enn hálvrunnið, og hugsandi kundi verið, at veljarin fór at hyggja eftir alternativi til samgonguna, men so tykist slettis ikki at vera.
Smáu flokkarnir vóru mestsum útraderaðir í kanningini og tjóðveldi, sum hevur spunnið km aftan km í politiskum larmi og fjølmiðlaumtalu farna árið, fekk sítt vánaligasta úrslit í valskeiðnum.
Veljaradómurin var avgjørdur. Einki alternativ finst í løgtinginum til samgonguna, tvørturímóti, so tykist holdningurin at vera, at nú eru ikki stundir til eksperiment, tíð er til afturhaldni og varsemi.
Hetta er greiður boðskapur og eisini ásannan av, at áhaldandi júkanin um at fruminntøkan í ríkisveitingini er skaðilig, onga undirtøku eigur millum manna.
Tað er sjálvsagt og bjart mál at seta sær at minka um stuðulin úr Danmark. Kortini má ásannast, at einvegis niðurskurður uttan alment nýtsluafturhald, uttan alternativ til inntøkuskurðin og ongari fakligari greining, førir ikki á mál.
Mjarrið, ”at neyð lærir nakna kvinnu at spinna” røkkur ikki tá ástendur. Tað sanna vit í dag, nú almenni raksturin rekur landið út í ovurstórar forbrúkslántøkur.
Skommin
Drúgva kanningin á sinni um sínámillum peningarrenslið millum Føroyar og Danmark vísti greitt, at føroyski búskapurin yvir tíð veitir nærum líka nógv til danska húsarhaldið, sum vit fáa haðani.
Flestu lond runt heimin hava eisini sínámillum avtalur sum gera, at peningur flýtur landanna millum. Tað er sjálvsagt, og er tað tí eingin skomm at taka ímóti ríkisveitingini, so leingi hon er tøk. Skommin er heldur, at vit ikki duga at umsita og slettis at skerja hana við skili.
Áhaldandi mantra’ið um, at fruminntøkan í ríkisveitingini er rótin til alt ilt, er tí uttanumtos, politisk manipulatión tá einki annað er til at taka.
Serstakliga hevur tjóðveldi gjørt seg til umboð fyri hetta sjónarmið, sum teir hava eyðmerkt at orsaka sokallaða Stokkholmsyndromið.
Bara løgið, at at hesin tilstandur bara rakar hini, tá sami flokkur uttan himpr, umvegis Norðuratlantsbólk og fólkatingsløn, góðtekur margfalda milliónainnspræning árliga av donskum krónum til sín sjálvs?
Har er einki fantilsi á. Tað hevur veljarin fatað. Tí mundi hann eisini fella greiða dómin í kanningini herfyri.
www.djurholm@olivant.fo