Fríggjamorgunin 10. oktober klokkan 9.15 verður dúkað til kjak á Rás2. Kjakluttakarar verða Pete Bethune, sum hevur vent Sea Shepherd bakið og vil steðga grindadrápi á ein demokratiskan hátt, heldur enn at øsa føroyingar og fremja lógarbrot.
Hin luttakarin verður maðurin, sum er ímyndin av góðu kjakmentanini hjá Grindamannafelagnum, nevnliga Hans Jákup Hermansen, sum hevur dugað væl at orðað seg um grindamálið, bæði í føroyskum og útlendskum miðlum.
Umframt at kjakast um, hví tað er rætt ella skeivt at drepa grind frá ymiskum sjónarhornum, fara Pete Bethune og Hans Jákup Hermansen at tosa um, hvat teir halda um tað, sum Sea Shepherd legði fyri dagin í Føroyum farna summarið.
Teir fara eisini at skifta orð um týdningin av, at tey, sum eru fyri og ímóti grindadrápi, hava virðing fyri hvørjum øðrum og liva í einum demokratiskum sameksistensi, har tú fert tann lógliga vegin at røkka tí, tú ynskir framt í verki.
Kjakluttakararnir fara eisini at skifta orð um, hvørt tað er nakað, ið partarnir kundu samstarvað um, eitt nú um vísindaligar teljingar av grindahvali.
Heri Simonsen verður vertur og spyrjari, og hann fer at syrgja fyri, at kjakið verður endursent eftir tíðindasendingina klokkan 17.
Fríggjakvøldið verður kjakið at finna á in.fo sum ein ljóðfíla.









