Hósdagin fer Betesdakórið eina fimmdaga ferð til Danmarkar. Eitt fullmannað Betesdakór telur útvið 70 fólk, men á Danmarkarferðini verða 45 sangarar og leikarar. Kórleiðarar eru Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre.
Odense og Klaksvík eru vinabýir og føroyingafelagið har skipar fyri flaggdagshaldi fríggjadagin klokkan 16 í Norðuratlantiska Húsinum, har Árni Helmsdal heldur flaggdagsrøðuna.
Síðani gonngur leiðin til Aalborg, har samkoman, Malta í Hirtsals heldur føroyskt møti í Bethaniakirkjuni og har fer Bethesdakórið at syngja leygarkvøldið klokkan 19.
Aftaná møtið í Aalborg, verður farið til Hirtshals, har kórið fer at syngja hjá samkomuni, Malta, sunnukvøldið klokkan 18.
|