Søgur ganga um, at rúsevni skulu verða krógvað í samkomuhúsinum Betesda í Klaksvík. Hetta vil samkoman ikki hava sitandi á sær og hevur biðið politiið um hjálp Í eina tíð hevur ljóðað, at rúsevni hava verið krógvað í Betesda, sum er húsið hjá Brøðrasamkomuni í Klaksvík. KFUM & K hevur eisini verið nevnt.
- Tá ið hesi leysatíðindi komu okkum fyri oyrað, vendu vit okkum beinanvegin til politiið, tí slíkum kunnu vit ikki liva við, sigur Eyðun Elttør, limur í Elstaráðnum í Betesda.
Einki prógv er funnið, og enn hevur politiið ikki verið við hundum í Betesda.
- Tað er ikki lætt at gera við, um onkur misnýtari kemur inn. Vit hava opið hús, og tá eru øll vælkomin. Men tað, sum vit hava at bjóða, er Guds orð. Rúsevnum vilja vit ikki vita av, sigur Eyðun Elttør.










