Betesda liðugt í næsta mánað

Feløgini, sum byggja og arbeiða við útbúnaði skulu sambært sátt­málunum vera liðug við sítt ar­beiði um mánaðarskiftið
Tað er nógv virksemi í og rund­anum nýggja Betesda í Klaks­vík, og nú verður tað ikki leingi, inntil samkoman fer at flyta inn í nýggja bygningin, ið verð­ur bygdur á Biskupsstøð.

Avtalan er, at feløgini, sum byggja og arbeiða við leiðingum og øðrum veitingum, skulu vera liðug við sítt arbeiði um mán­að­ar­skiftið. So verður eftir at rudda og vaska og at avgreiða tað, sum er eftir at tí, ið tað alla tíð­ina hevur verið roknað við, at sjál­v­boðin arbeiðsmegi skal syrgja fyri.
Ætlanin er, at bygninguin skal verða tikin í nýtslu eina ferð í mars mánað. Enn er ikki heilt greitt, nær tað verður, men tað hevur verið nevnt, at tað verð­ur um hálvan mars.
Kanjon stendur fyri betong, timb­ur og jørðarbeiðnum. Inn­an­dur­a­ar­beiðið hjá teimum er um at vera liðugt. Nú arbeiða teir á øki­num kring bygningin. TTS í Klaks­vík hevur havt el og vent­i­la­tións arbeiðið, og pf. Blikk­smiðjan í Klaksvík hevur stað­ið fyri vvs arbeiðnum. Eis­ini teir eru um at vera lidnir.
Øll gólvini eru løgd við flís­um. Tað arbeiðið er gjørt av sjál­v­bodnum undir leiðslu av Rich­ardi Sørensen. Nýggi bygn­ing­urin verður hitaður við sjó­hita. Tí verkætlanini hava sjálv­boðin í Betesda staðið fyri.
Tað hevur verið nógv sjálv­boð­ið arbeiði, og soleiðis er tað fram­vegis. Í vikuskiftunum verða stórt tøk tikin. Tá verð­ur arbeitt frá klokkan fýra fríggjadag og inntil klokk­an tíggju á kvøldi og so aft­ur leygardag frá klokkan átta og inntil klokkan fýra seinn­a­part­in. Fríggjakvøldið verður nátt­ur­ði bjóðaður og á middegi leyg­ar­dagin er døgurði. Kaffi og te og bakstur eru alla tíðina at fáa hjá teimum, sum arbeiða og eisi­ni hjá teimum, sum hyggja inn á gólvið.
– Tað hevur gingið væl, og und­ir­tøkan hevur verið góð, sig­ur Kristian Martin Rasmussen, sum saman við Jóhan Páll Jo­en­sen fyri samkomuna hevur sam­skip­að arbeiðið.
Sjálvbodna arbeiðið hevur fevnt um eitt nú – undir leiðslu av Magna Jacobsen - at pussa, spartla og mála og at leggja nógvu og framkomnu tøknina í sam­bandi við sang og tónleik.
Kostnaðurin varð roknaður at verða millum 27 og 28 milli­ónir krónur. Tá er virðið í sjál­v­bodna arbeiðnum ikki rokn­að­ur uppí.
Fyrsta vikuskiftið í mars vera tað tvey ár síðani, at síðsta sam­koman var í gamla Betesda, sum stóð á somu grundini, har nýggi bygn­ing­urin er um at vera liðugur. Seinn­a­part­in nú fríggjadagin verð­ur sam­koman fyri eldri, sum í vetrarhálvárinum er eina ferð um mánaðin. Sagt verð­ur at hetta verður síðsta eldra­sam­kom­an í hølunum við Klaks­víks­vegin, har samkoman hev­ur hildið til, síðani í mars mánað 2012.