Nýggi og stásiligi bygningurin hjá Brøðrasamkomuni í Klaksvík er nú komin so mikið áleiðis, at í dag vórðu dyrnar latnar upp á víðan vegg fyri almenninginum, ið fekk høvi at síggja nýggja Betesda
Fleiri enn 600 fólk vitjaðu nýbygningin, og nógv varð gjørt burturúr.
Kristian Martin Rasmussen bjóðaði vælkomin, eisini vóru kórsangur og felagssangur, umframt at røður vórðu hildnar.
Byggiharrarnir báðir, Jóhan Páll Joensen og Kristian Martin Rasmussen, greiddu frá byggingini og bjóðaðu síðani fólki at hyggja seg um.
Samlaða gólvvíddin, sum lutvíst er í tveimum hæddum, er 1400 fermetrar.
Roknað verður við at nýggja Betesda í Klaksvík verður tikið í nýtslu í oktober. Bygningurin verður hitaður við sjóhita.
Myndirnar tók Dávur Winther.