Søla
Reiðaríið, P/F Beta í Saltangará, hevur gjørt av at selja teir fimm sonevndu kubatrolararnar, sum eru Gorpur, Skrápur, Trastur, Skarvur og Havhestur, sum hevur ligið seinastu tvey árini.
Ragnar Olsen, reiðari, váttar, at felagið hevur tikið av einum samlaðum tilboði, sum svarar til umleið eina miljón krónur fyri hvørt skipið.
- Tað eru norsk áhugamál, sum eru komin við hesum tilboði, og vit hava avgjørt at taka av, sigur reiðarin.
Hann sigur, at avtalaði prísurin fyri hesi fimm skipini er heldur frægari enn prísurin, sum fekst fyri hini trý skipini, Munk, Skúgv og Græling, sum felagið seldi um ársskiftið, 2003/ 2004. Hesi skipini fóru ávikavist til Argentina, Gambia og Murmansk.
Uppsagdir
Ragnar vísir á, at teir umleið 35 menninir, ið hava verið knýttir at teimum fýra trolarunum, sum eru í vinnu, eru sagdir úr starvi og hava í uppsøgnini fingið at vita, at skipini væntandi sigla einar fýra vikur aftrat undir føroyskum flaggi.
Ragnar sigur, at meðan tey fýra skipini, Gorpur, Skrápur, Trastur og Skarvur, eru í vinnu, hevur Havhestur ligið tað mesta av tveimum árum.
- Havhestur var onkran "avloysaratúr" ta fyrstu tíðina, og seinni hevur eisini onkur avstingari verið í oljuvinnuni, men síðan hevur skipið ligið.
Hann vísir á, at høvuðsmunurin millum Havhest og hini fýra skipini hjá felagnum, sum eru í vinnu, er spølini, sum eru gomul umborð á Havhesti.
- Onkur klassapunktir eru eisini fallin hjá Havhesti, nú skipið hevur ligið so leingi, sigur Ragnar.
Nýbygging
Ragnar Olsen sigur, at sølan er ein liður í nýbyggingarætlanunum, og felagið hevur tikið eitt lítið fyrivarni við søluni, sum er, at felagið varðveitir fiskiloyvini til tey skip, sum ætlanin er at byggja.
- Vit miðja eftir at fáa eitt nýtt par komandi ár og eitt aftrat í 2008.
Hann sigur, at P/F Beta sum heild hevur verið væl nøgt við Bak og Stelk, sum skipasmiðjan, M.Cies í Vigo, bygdi fyri felagið.
- Spaniumenn eru áhugaðir at byggja fyri okkum aftur, men áðrenn støða verður tikin til, hvar bygt verður, verða prísir og onnur viðurskifti aðrastaðni eisini kannaðir.
Hann sigur, at byggitíðin til hesi skip liggur um eitt ár, og tá ið sáttmáli ikki er gjørdur enn, kann í fyrsta lagi væntast, at tey fyrstu skipini verða klár á heysti um eitt ár.
- Upprunaliga ætlanin hjá okkum var at byggja seks nýggj skip fyri átta, og tað er henda ætlanin, vit arbeiða við at fremja í verk, nú vit selja teir fimm gomlu kuba-trolararnar.
Einki tap
Reiðarin sigur, at gongdin hjá gomlu kuba-trolarunum í fjør og higartil í ár hevur verið vánalig.
- Hetta eru gomul skip, og tey hava ikki riggað serliga væl. Fiskaprísurin er lágur, og oljuprísirnir hava ongantíð verið hægri enn nú.
Ragnar vísir á, at soleiðis, sum gongdin hevur verið, er tað ikki tap fyri felagið, at skipini nú verða seld.
- Men tú veitst jú ongantíð, hvussu gongdin verður ? ella kann verða, tá ið tú fæst við fiskivinnu, sigur hann.
Ragnar Olsen sigur at enda, at gongdin hjá Baki og Stelki, sum eru tey nýggu skipini, hevur verið munandi betri enn hjá teimum gomlu.
- Hóast lágu fiskaprísirnar og høgu oljuprísirnar ? og hóast nýggju skipini eru nógv dýrari enn tey gomlu - hongur raksturin hjá Baki og Stelki væl saman fíggjarliga, sigur reiðarin.