Nú fleiri av føroysku trolarunum eru farnir á gulllaksaveiðu, er verri at fáa fatur á teimum nøgdum av upsa, sum føroysku virkini skulu hava. Tí hevur Beta í Runavík, sum er eitt av virkjunum, roynt at fingið fremmand skip hendanvegin.
Í dag landa tveir norskir trolarar til Beta. Norsku trolararnir, sum samtrola, landa uml. 320-túsund pund av upsa í Runavík.
Eysturbúgvin hevur landað gulllaks í Runavík í dag, teir samtrola við Vesturbúgvan, sum hevur landað á Toftum, teir høvdu tilsamans góð 400-túsund pund av gulllaksi.