Viðhvørt hevur tú lyndi til at venda aftur til ting og søgur, tú áður hevur skrivað um, men tað kann eisini vera trupult at lata vera. Tá vit í kvøld síggja tøl yvir nátaveiðina hjá nólsoyingum, sum hava verið og stimað, leggur tú beinanvegin til merkis, at her er ein søga.
Men, søgan er skrivað áður, tó ikki júst sama søga. Og so kortini noyðist tú enn einaferð at vísa á, hvussu fantastiskt tað er. Sambært Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - hava fýra bátar úr Nólsoy verið á nátaveiði í dag - ella fýra vóru so afturkomnir, tá myndir vórður lagdar út fyri lítlum tíma síðan.
Tann, sum royndist drúgvastur á nátaveiði í dag, var Virgar Joensen, sum hevði 239 nátar. Næst besti bátur hevði 221, triðbesti 174, og síðan var ein bátur við 165 nátum. Tað merkisverda er - og nú siga vit tað einaferð aftrat - at Virgar Joensen, sum bara hevur eina hond, gjørdist bestur á nátaveiði í dag.
Virgar Joensen er nólsoyingur, sum býr í Danmark, har hann sigldi í nógv ár. Hann er javnan í Føroyum, og í fleiri ár er hann eisini komin heim at reka nátaveiði, oftast einsamallur á báti. Tað var, meðan hann var sjómaður, at hann misti aðra hondina.