1000 kr um mánan pr. barn undir skúlaaldur. Hetta er eitt lyfti, Javnaðarflokkurin gevur smábarnafamiljunum í Føroyum. Tað er gleðiligt at kunna bjóða ein beina, ið rakar so væl. Javnaðarflokkurin vil arbeiða fram ímóti einum yngri Føroyum, har barnafamiljur hava tað gott.
Barnabeinin verður veittur smábarnafamiljum, tí teirra avbjóðingar í dagligdegnum eru stórar. Tey sita við dýrari leigu ella nýggjum húsaláni. Tey hava børn, ið ganga á stovni, har gjald skal latast hvønn mána. Tey eru ung og nýliga byrjað at arbeiða og liggja tí á lægru lønarstigunum.
Barnabeinin er eitt kærkomið lyfti. Lyftið er fíggjað og tí ikki bert tóm orð. Peningurin kemur inn gjøgnum leiguskipanina av aliloyvum í Føroyum. Vit náa einum javnaðari og rættvísari Føroyum við barnabeinanum.
Vel ein sterkan Javnaðarflokk á ting, og Barnabeinin er tykkara.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin