Enn einaferð verður staðfest, at fyritøkur í Jyllandi hava betri lívføri, enn tær í Sælandi. Tað vísir ein nýggj kanning hjá kanningarstovninum Experian skrivar Business-Line, Bl.fo.
Er tað ein dygd at verða jútlendingur heldur enn sælendingur, tá ein tekur stigið til eina tilveru sum íverksetari?
Ein nýggj kanning hjá greiningarstovninum Experian vísir, at íverksetarar vestan fyri Stórabelt hava betri lívføri enn teirra starvsfelagir í Sælandi.
Í kanningini verður staðfest, at 7 av 10 kommunum, ið hava havt minsta talið av afturlatingum, eru í Jútlandi.
Harafturímóti er Sæland hart rakt av afturlatingum av fyritøkum. Flestu fyritøkur lótu aftur í Mið-, Suður- og Vestursælandi. Har ringast stendur til, lata 8-10% av fyritøkunum aftur.
- Kanningin vísir, at tað eftir øllum at døma er nakað um tann ?snúsfornuftiga jútska keypmansskapin?, heldur samskiftsstjórin hjá Experisan, Camilla Rose, fyri skrivar heimasíðan Business-Line