Bestu verjuspælararnir kosnir

Bestu verjuspælararnir í landinum spæla við ávíkavist Kyndli og VÍF.

Í hondbólti ræður sjálvandi um at skjóta mál, men tað ræður so sanniliga eisini um at verja. Verjuspælið er kanska mest týðandi parturin av hondbóltsspælinum, og tí skal ársins verjuspælari sjálvandi eisini kjósast.

 

Hjá kvinnum hevur Kyndil verið liðið, sum hevur latið nógv fæst mál ígjøgnum, og tað gjørdist Bjarta O. Johansen hjá teimum grønum, sum fekk heiðurin sum besti verjuspælarin. Tað gjørdi hon í kapping við liðfelagan, Randi S. Wardum og Biritu Wardum úr Neistanum.

 

Hjá monnum fall valið á Heina Hanusarson, sum á gamalsaldrinum mest sum einvíst hevur verið brúktur í verjuni, meðan hann letur aðrar um leiklutin sum stórskjúttar. Heiðurin vann hann í kapping við Jugoslav Djumic úr Neistanum og Sigmund Dahl úr H71.