Í hesum døgum verður grundarlagið lagt undir ta stóru ætlanina við at gera stóra handilsdepilin í Gøtudali.
Arbeiðið er farið í gongd við planeringini, og verður miðað eftir at fyrstu viðskiftafólkini kunnu avgreiða síni ørindi her seint á heysti komandi ár.
Nógva grótið frá hesi ætlanini er ikki ætlanin at lata fara av bygdini. Tað skal hinvegin nýtast til eina aðra stóra ætlan hjá Gøtu kommunu, nevniliga at gera heimavøllin hjá GÍ búnan til krøvini hjá UEFA.
Hesi krøv fevna m.a. um, at vøllirnir skulu hava áskoðaraskýli til í minsta lagi 320 sitandi áskoðarar. Til hetta krevst m.a. grót, og hetta grótið skal bert flytast fáa 100 metrar longur oman í dalin.
Á henda hátt fær kommunan loyst tvey mál í einum!
Skjót loysn
Á bygdaráðsfundi í Gøtu í gjárkvøldið varð tosað um hesa ætlanina við fótbóltsvøllin í Sarpugerði, har GÍ spælir sínar heimadystir.
Ætlanin er at gera økið kring fótbóltsvøllin til eitt ítróttarøki, og er ein fyrireikingarbólkur nú settur at koma við uppskoti um, hvussu henda ætlanin skal fremjast í verki.
Í bólkinum eru limir úr teknisku umsitingini hjá bygdaráðnum, eins og limir úr trivnaðarnevndini, teknisku nevnd og sjálvandi fíggjarnevndini.
Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri sigur, at bólkurin hevur ikki fingið nakra tíðarfreist fyri at lata inn álit í málinum.
- Men ætlanin er kortini at bólkurin skal arbeiða skjótt, sigur hann við Sosialin.
Enn er ikki greitt, hvat hetta kemur at kosta. Men, sum borgarstjórin tekur til: - Tað fer at kosta nakrar milliónir!
Góðar umstøður
Sambært nýggju krøvunum til fótbóltin skal ein góðkendur heimavøllur hava eitt skýli, har omanfyri 300 áskoðarar kunnu sita undir taki.
Á Gøtu hava teir arbeitt við hesum málinum í eina tíð, og hava m.a. verið og hugt eftir felagshúsunum hjá báðum havnarfeløgunum, HB og B36.
Ætlanin er at nýggja ítróttarhúsið skal hava góðar umstøður til ítróttarfólkið, eins og ein salur skal kunna nýtast til ymisk endamál.
Óhugsandi er ikki, at bygningurin kemur at liggja millum vøllin og landsvegin. Enn eru kortini ikki øll loyvini fingin til vega í hesum sambandi.
Tað skilst tó á borgarstjóranum at málið hevur skund: Í fyrsta lagi, tí UEFA-krøvini koma í gildi komandi ár.
Í øðrum lagi gongur arbeiðið við at fyrireika handilsdepilin sera skjótt. Tí er neyðugt at kommunan er til reiðar við sínum parti, soleiðis at arbeiðið við handilsdeplinum ikki verður tarnað.