Bestu umstøður til tey ferðandi

Nú verður høgligari hjá teim ferðandi at hava viðføri við sær umborð á Smyril.

Seinnapartin í gjár vórðu n!ggju landgangirnir í Havn og á Tvøroyri tiknir alment í n!tslu. Ferðafólkini fegnast um úrslitið, og sum skilst er ætlanin at menna hetta økið enn meiri í framtíðini.

 Fyrst skuldi tú draga viðførið umborð á Smyril. Síðani mátti tú
draga tað aftur í land framvið persónbilum og lastbilum. Og síðani í land
eftir bilrampuni.
Soleiðis hevur støðan verið hjá suðuroyingum síðani siglingin til Suðuroyar
av álvara tók seg upp í sjeytiárunum. Og soleiðis hevur eisini verið við
n!ggja Smyrli. Inntil seinnapartin í gjár.
Fyri tey ferðandi til og úr Suðuroynni var hetta dagurin, tá n!ggja farstøðin og n!ggi
landgangurin á Krambatanga og tann í Havn skuldu takast alment í n!tslu.
Hetta hendi við eitt lítið hátíðarhald á n!ggju farstøðini, har fólk á fyrsta sinni sluppu
inn í hesa n!ggju atkomuhøllina.
 
Góðar umstøður
Tey sum fóru suður við Smyrli á middegi sluppu at ganga í land, eins og
vanligt hevur verið øll hesi árini. Men tey sum fóru norðuraftur
seinnapartin í gjár vórðu samstundis tey fyrstu, sum nú kundu sleppa umborð
í snotuligum og góðum umstøðum.
- Hetta er ein tiltrongdur bati fyri tey ferðandi til Suðuroynna. Nú kann
alt avgreiðast bæði skjótt, trygt og væl, segði Andras Jensen, sum umboðaði
Strandferðsluna við hátíðarhaldið.
Enn er alt arbeiðið ikki liðugt, men í øllum førum er greitt, at tey
ferðandi her hava fingið tær allar bestu umstøðurnar at sleppa umborð og í
land.
N!ggja farstøðin er slakar 170 fermetrar til støddar og hevur m.a. eitt
bíðirúm til 45 fólk. Arbeiðið hevur kostað góðar 4,5 mió. kr.
 
Eftir tørvi
Hóast ein farstøð uppá 170 fermetrar kanska ikki tykist vera so stór,
er kortini dentur lagdur á at gera hana so brúkiliga og kundavinarliga sum
gjørligt.
Á samkomuni seinnapartin í gjár varð uppl!st, at hon er gjørd eftir tí
tørvinum sum mettur er í dag.
Men vísir tað seg, at tørvurin verður størri í
framtíðini, so eru møguleikar at kunna útbyggja hana enn meiri.
Uppl!st varð, at hon er lagað soleiðis til, at eru t.d. 900 ferðandi við
Smyrli, so fer at ganga ein hálvur tími frá tí tey fyrstu fara í land og
til tann seinasta.
 
Ferðaseðlar í landi
Hjá teim ferðandi verður nú gjørligt at sleppa umborð á Smyril gjøgnum
trappurnar. Men fyri tey sum eru illa gongd ella hava tungt viðføri ber til at
n!ta lyftina ístaðin.
Í farstøðini fer eisini ein kunningardiskur at halda til, har tey ferðandi kunnu
fáa avgreitt sínar mongu spurningar um ferð, ferðslu og annað viðvíkjandi
ferðavinnuni í oynni.
Ætlanin er somuleiðis, at fólk skulu kunna keypa ferðaseðlar sínar her,
áðrenn farið verður umborð á Smyril.
Júst hetta arbeiðið er ikki liðugt enn, men arbeitt verður við at finna eina loysn á hesum málinum eisini.
Endamálið er stutt og greitt, at tá tey ferðandi eru komin umborð á Smyril
skulu tey hava keypt ferðaseðlar sínar á farstøðini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Alt tekur tíð
Hjá suðringum man henda n!ggja farstøðin koma sum ein stórur lætti.
Tað skiltist greitt á fólki seinnapartin í gjár, at ein loysn sum henda hevur manglað leingi.
Men nú er ein so komin hetta stigið víðari.
Arbeiðið við samferðsluhavnini er kortini ikki liðugt enn. Ætlanin er at
halda fram við menningini av hesi. Sum skilst, er skulu
pakkhús somuleiðis byggjast á staðnum.
Sum sagt varð: - Alt tekur tíð, men henda farstøðin er so avgjørt ein bati hjá
fólki.
Hjá Kunningarstovuni verður eisini talan um batnaðar umstøður. Ein diskur
er gjørdur til hesa tænastuna, og tí er lítið at ivast í, at henda n!ggja farstøðin
fer at verða teim ferðandi til stóra hjálp.