Bestu umstøður til tónleikin

Sørvágs kommuna hevur samtykt at byggja nýggjan musikkskúla í bygdini. Farið verður undir ætlanina beinanvegin.

Sørvágur: - Vit vilja fegin gera okkara til, at tónleikurin fær bestu umstøður at virka undir her í bygdini, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági.

Á bygdaráðsfundi í farnu viku varð nevniliga samtykt, at byggja ein nýggjan bygning uppí tann gamla skúlan í bygdini.

- Eg havi eisini skilt, at fólk eru sera fegin um hesa avgerðina, sigur hann við Sosialin.

Við hesum stiginum kemur gamli skúlin í bygdini, sum er bygdur í 1885, aftur til heiður og æru.

Skoytast kann uppí, at í fjør lat kommunan eina rættiliga stóra upphædd til Sørvágs Tónleikarafelag at keypa útgerð fyri. Hetta hendi í sambandi við, at fimmti ár vóru liðin síðani felagið varð stovnað.


Góðar umstøður

Musikkskúlin húsast í løtuni í ymiskum hølum í Sørvágs skúla.

Hesar umstøðurnar hava ikki verið nøktandi, og tí hevur kommunan tikið stig til hesa nýggju verkætlanina.

Sum skilst, er hetta at meta sum eitt eindømi, at ein lítil kommuna soleiðis at geva tónleikinum í bygdini tær bestu umstøður at húsast og blása undir.

Sørvágs Kommuna setti fyri nøkrum vikum síðani eina nevnd at arbeiða við framtíðar skúlanum í kommununi.

Í nevndini eru Jógvan Páll Joensen formaður, Eiley Weihe, Sune Jacobsen, Andras Hendriksen, Herálvur Jacobsen og Sigrun Mikkelsen.

- Nevndin hevur arbeitt við ymiskum møguleikum, og er saman við Jákup á Stongum, arkitekti komin til eitt sera gott úrslit, verður sligið fast.

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika byggingina, sum er mett at kosta 2,4 mió krónur.

Miðað verður eftir, at arbeiðið skal verða liðugt innanfyri eitt ár.