Tá ið Føroya Tele á sinni seldi portal.fo og harvið planet.fo, hvarv árliga tiltakið Planet Awards somuleiðis, sum annars hevði verið afturvendandi heiðurstiltak til frama fyri tónleikin. Farið varð síðani undir at finna eina nýggja loysn, sum endaði við einum samstarvi tvørtur um kappingarmarkið innan tíðindaflutningin. Miðlahúsið og Kringvarp Føroya løgdu nevniliga orkuna saman við Norðurlandahúsið, og Faroese Music Awards varð veruleiki.
Avgjørt var, at tiltakið sjálvt skuldi vera í Norðurlandahúsinum og sostatt gjørdust teir báðir tíðindastovnarnir og Norðurlandahúsið samstarvsfelagar um at skipa fyri FMA 2014.
Guðið Hansdóttir og Janus Rasmussen úr Byrta áttu flestar tilnevningar í fjør, og fóru heim við trimum av fýra møguligum heiðurslønum. Tey kundu erpa sær av, at vera kosin bæði ársins nýggi bólkur og ársins bólkur, umframt at tey vóru heiðrað fyri bestu fløguna innan poppbólkin. Málmsmenninir úr Týr vunnu allar tríggjar virðislønirnar, sum teir vóru tilnevndir, og fóru somuleiðis av tiltakinum við trimum heiðurslønum í viðførinum. Umframt at eiga vakrasta húsan í 2013, vórðu teir heiðraðir fyri bestu fløguna og sum besti bólkur innan Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkin.
Undirtøkan til FMA 2014 var ógvuliga stór, og ein fullsettur salur í Norðurlandahúsinum fór heim við góðum undirhaldi og tónleikauppliving í viðførinum. Ársins FMA 2015 er á skránni leygardagin 14. mars.