Bestu stuttsøgurnar funnar

Stuttsøgukappingin fyri skúlabørn varð avdúkað týsdagin. Millum fleiri enn hundrað børn, gjørdust vinnararnir 12 ára gamli Ólavur á Váli Olsen, Lilja Sørensen 13 ár, og Marianna Holm Jacobsen, sum er 10 ára gomul


Týsdagin var hátíðarhald uppi í Farodane City í sambandi við at vinnararnir av stuttsøgukappingini hjá Stroki vóru kosnir.
Beinta Johannessen, blaðstjóri á STROK sigur, at tá freistin at lata søgur inn til kappingina hjá Stroki var úti 6. november 2006, høvdu fleiri enn hundrað børn sent søgur inn.
- Serliga stuttligt var at síggja, hvussu ymiskar og fantasiríkar søgurnar vóru. Har vóru søgur um hundar, hestar, kettur og trøll, um flogvanlukkur og loyndarmál, prinsessur, smálomb og fiskar, um sneytarar og drápsmenn, vinarbond, fremmandar gongustjørnur og mangt, mangt annað, sigur Beinta Johannsen, sum eisini var millum dómararnir í dómsnevndini.
Í dómsnevndini sótu, umframt Beinta, Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærararfelags, Marjun Kjelnæs, rithøvundur og Dánial Hoydal, rithøvundur. Sagt verður, at hópin av góðum søgum vóru komnar inn, og tí var sera torført hjá dómarunum at velja bestu søgurnar burtur úr rúgvuni.
- STROK fer næsta ár at prenta fleiri av søgunum, sum komu inn til kappingina, í blaðið, og sjálvandi eisini vinnararnar – so gleðið tykkum, sigur Beinta frá Strok, sum ynskir vinnarunum hjartaliga tillukku!
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$1. virðisløn varð latin Ólavi Kartna á Váli Olsen fyri søguna “Kongaliga sjúkan”
Soleiðis siga dómararnir um søguna “Kongaliga sjúkan”:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Eitt væl samansett og skemtiligt ævintýr. Forvitnisliga heitið gevur einum beinanvegin hug at lesa søguna (og av tí at tað eisini er fleirtýtt og heilt í samsvari við moralin í ævintýrinum, verður tað enn betri). Rithøvundurin dugir væl at brúka reglurnar, ið hoyra ævintýrskriving til; eisini spælir hann við smálutir í umhvørvinum og fær soleiðis søgugongdina livandi og greiða. Søgan er viðkomandi í modernaða samfelagnum, har vit øll eru kongar í okkara egnu verð og eru um at eta okkum um rygg. Rithøvundurin dugir væl at nýta speisemi í frásøgnini soleiðis, at lesarin kennir seg aftur og smílist. Søgan hongur væl saman við inngangi, miðju og enda, og so hevur hon ein týðiligan boðskap”.
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Brot úr søguni: ... Nú var ringur standur á kongsborgini. Kongurin var álvarsama sjúkur og øll gingu spakuliga um hurðarnar fyri ikki at órógva. Kongurin kallaði so tann ovasta tænaran til sín, og bað hann fáa sær fatur á teimum bestu læknunum í ríkinum. Kongurin segði við læknarnar, at um teir ikki kundu gera seg frískan, so skuldu teir missa høvdið...
Ólavur er 12 ár og gongur í 6.A Sankta Frans skúla. Hann vann eina Toshiba farteldu.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$2. virðisløn varð latin Lilju Sørensen fyri søguna “Dreparin”
Soleiðis siga dómararnir um søguna “Dreparin”:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Ein myrk søga. Rithøvundurin hevur hegni at nýta nógv frábrigdi í skrivihandverkinum, t.d. er søgan ikki læst í tíð og stað, og somuleiðis dugir hon óhugnaliga greitt at geva sama persóni fleiri andlit. Longu í fyrsta setningi verður lesarin drigin inn í stemningin í søguni. Við greiðu lýsingini av gentuni, rakar hon okkurt djúpt í lesaranum, eina kenslu av einsemi, ið fær teg at skilja, hví hon flýggjar inn í ein annan heim og samstundis gevur tær hug at verja hana”.
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Brot úr søguni:... Dreparin risti høvdið og vendi tað hvíta út í eyginum. Hon læt eyguni glíða niður í fimleikarhøllina, og í miðjuni stóð hann. Hon vendi eyguni upp. Hann sá sorgarbundin út, sum um at hann var blivin forsømdur. Hann hevði tjúkt, stutt svart hár og pen brún eygu...
Lilja 13 ár. og gongur í 7.A í Sankta Frans skúla. Hon vann ein iPod Video, 30 GB.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$3. virðisløn varð latin Marionnu Holm Jacobsen fyri søguna “Kinasandurin”
Soleiðis siga dómararnir um søguna “Kinasandurin”:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$”Søgan er original og stuttlig. Eitt gott hugskot liggur aftanfyri søguna og tað verður væl brúkt gjøgnum (næstan) alla søgugongdina. Rithøvundurin kryddar við vinskum og komiskum hendingum, t.d.: Glareyguni í sandinum, gentan fær tvær vinstra hendur, henni nýttist ikki at brúka harpiks osfr. Soleiðis førir søgan lesaran inn í sítt skeiva univers og skapar ein spenning, tí ikki er eyðsýnt, hvagar leiðin gongur. Rithøvundurin megnar at halda lesaran forvitnan við sínum stuttliga og eitt sindur "crazy" stíli”.
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Brot úr søguni:... “Hygg,” segði hon, “niðast í hasi tunnuni liggur ein hond í kinasandinum.” Teir fóru so at grópa í sandinum og funnu eina hond, hetta var ein stór vinstra hond. Vit kunna seyma tær hesa hondina uppá, men so hevur tú tvær vinstra hendur. “Bara eg kann spæla hondbólt, so verið eg glað”. Læknarnir fóru síðani at seyma hondina fasta, teir vildi gera alt fyri at hjálpa henni...
Marianna 10 ár og gongur í 4.fl. í Hoyvíkar skúla. Hon vann ein iPod Nano, 1 GB.
 
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Myndatekstur:
Tey trý, ið vunnu stuttsøgukappingina í STROK og Farodane City skipaðu fyri. Frá høgru Marianna, Ólavur og Lilja. (P1010074)