Bestu sms´ini í "Triðja Hálvleiki"

Lurtari av Argjum vann hesaferð

Lurtararnir hjá Rás2 vóru aftur raskir at senda inn stuttlig og speisk sms til fótbóltssendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2 ígjár.

 

Vinnandi sms´ið kom av Argjum. Viðkomandi vann eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland, sunnudagin 7. september. Sms´ið var soljóðandi: "AB vóru kyllingar í Klaksvík, meðan 600 páskaregg vóru at vinna í tombola á Argjum."

 

Onnur góð sms : 

 

Trolmaðurin hjá B68 (Óli Olsen red.) veit hvat meskarnir eru til (um B68-B36)

 

Í Eysturkommunu hoyrist bara skrál - eingin rópar skál!! Á Skála skrála tey skál(a). Nú má Atli finna hestin fram, og tað til næsta dyst. (Um Skála-Víking)

 

Veteranarnir hjá HB eru, sum vín. Teir gerast betri við árunum. (Um HB-NSÍ)

 

Sendingin var liðug, áðrenn dysturin millum ÍF og EB/Streym fór í gongd.