Bestu skorilinjurnar

Nú nýtist eingin at standa á dansigólvinum, og slongja runt við kiksaðum skorilinjum. DR hevur nú gjørt eina kanning um hvørjar skorilinjur eru tær bestu, har fleiri lurtarar hava sagt sína hugsan um hetta.

 

Danmarks Radio hevur spurt sínar lurtarar um hvørjar skorilinjur eru tær bestu. Og nummar eitt á listanum fekk nógv flest atkvøður í kanningini. Altso er eingin ivi um hvør skorilinja er tann besta.

 

Hetta er tað, sum lurtararnir avgjørdu:

 

Á einum deildum triðjaplássi eru hesi:

“Trýrt tú uppá kærleika við fyrst eygnakast, ella skal eg ganga framvið einaferð aftrat?”

“Manglar pápi tín ikki ein frískan svigerson?”

 

Á einum øðrum plássi er hendan linjan:

“Orsaka, men er tað dýrt at drekka teg bíliga?”

 

Á fyrsta plássinum er hetta:

“Tú ert so vøkur, at eg havi júst gloymt mína skorilinju”

 

Hetta veit heimasíðan hjá Danmarks Radio í dag.