Bestu skipini skulu heiðrast

Leygardagin er stóri Sjómannadagurin, tá ið tiltøku eru frá morgni til myrkurs. Millum annað verða bestu fiskiskipini heiðrað

Leygarmorgunin kl. 9.00 hittast seglskip og aðrir bátar á Pollinum í Klaksvík og sigla síðani inn á vágna og leggja at við langukaj. Tað er startskotið til tann longst og mest hendingaríka av Sjómannadøgunum, har stórt kaffiborð verður kl. 10.00.

Kl. 10.45 er ein almennur partur, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, heldur røðu, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, setur Føroya Sjómannadag.

Síðani verða steyp handað til bestu skip og bátar í Føroyum farna fiskiár, og tað verður Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, ið handar heiðurtekin.

Restina av degnum er nógv á skránni – eitt nú kappingar í ymiskum førleikum, framsýningar, bjargingarroynd, spurnarkapping, barnaundirhald og mangt annað.

Leygardagurin endar við dansi á bryggjuni kl. 23.00.