Bestu seyðir skulu veljast

- Meldast skal til landsseyðasýningina í seinasta lagi mánadagin, 5. november klokkan 15, siga tey á Búnaðarstovuni.

Seinastu tíðina hava fleiri lokalar seyðasýningar verið kring landið, og spenningurin hevur verið stórur millum tey, sum hava havt seyð við á hesum sýningum. Freistin at melda til landsseyðasýningina er sett til mánadagin, 5. november klokkan 15.

 

Endaliga úrslitið fyri landsseyðasýningina fyri 2018 verður kunngjørt á Búnaðarstovuni fríggjakvøldið hin 16. november klokkan 19. Á Búnaðarstovuni siga tey annars, at landsseyðasýningin í ár verður eins og seinastu árini, har sýnsmenn fara út í økini at sýna.

 

- Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingið eina váttan upp á, at hann er sýnaður á lokalari sýning av trimum sýnarum, harav tveir skulu vera góðkendir. Sama váttan, sum varð brúkt av sýnsmonnum síðsta ár, verður brúkt aftur í ár.

 

Á Búnaðarstovuni siga tey, at seyðurin skal vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at seyðurin hevur mótstøðuføri móti ridluskriða, soleiðis sum greitt verður frá í reglugerðini fyri landsseyðasýningina.

 

- Landsseyðasýningin verður eins og seinastu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 7. til 12. november. Luttøkan er ókeypis, og tá meldað verður til, skal sýnsváttan sendast Búnaðarstovuni samstundis. Valdir verða fimm góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipara og ein skrivara.

 

Lagt verður aftrat, at tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna tríggjar teir vakrastu veðragjólingarnar, tríggjar teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og tríggjar teir vakrastu veðrarnar, sum eru tvey ár ella eldri.

 

- Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum staði. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir, siga tey á Búnaðarstovuni.