Bestu roykiávaringarnar funnar

Í morgun vóru teir tríggir vinnararnir av teknikappingini hjá Fólkaheilsuráðnum funnir. Teir høvdu teknað búmerki til Altjóða Tubbaksfría Dagin 780 tekningar komu inn frá børnum úr øllum Føroyum. Teirra millum vórðu tríggir vinnarar kosnir. Í aldursbólkinum upp til 7 ár, vann Eyðbjørg Reynslag av Argjum, í aldursbólkinum 7-10 ár, vann Regin í Lágabø úr Trongisvági, og í aldursbólkinum 11-14 ár gjørdist vinnarin Gunnvør H. Brimnes av Velbastað.

Landsstýrismaðurin handaði øllum vinnarunum eina virðisløn, ein gávukekk á 500 kr frá Fólkaheilsuráðnum. Hann nevndi eisini, hvussu stoltur hann var av skúlum í Føroyum, har ongin næmingur roykir.

- Hetta er týdningarmikið, tí tað er best ongantíð at byrja at roykja.

Evnið fyri Altjóða Tubbaksfría Dagin var í ár ?ávaringarmerki?. Í sambandi við evnið, vórðu børnini biðin um at tekna okkurt, sum kann eggja roykjarum til at gevast at roykja ella at halda ungum frá at byrja. Har vóru nógvar góðar tekningar, men dómararnir Vár Jacobsen, Páll Danielsen og Høgni Rasmussen sluppu bara at velja tríggjar vinnarar. Fólkaheilsuráðið takkar øllum børnunum, sum hava sent tekningar inn. Vit takka eisini lærarum og pedagogum, sum hjálptu børnum í skúlum, barnagørðum og frítíðarskúlum og vóna, at hetta var eitt gott høvi hjá teimum at umrøða allar tær góðu grundirnar fyri, at tað er best ongantíð at byrja at roykja, sigur Fólkaheilsuráðið.