FÓTBÓLTUR
Samstundis sum KÍ-kvinnurnar vunnu sítt tíggjunda føroyameistaraheiti á rað, noyddust menninir at boyggja seg og fara ta tungu leið niður í næstbestu deildina – fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Men tó vóru ítróttarfólk og fjølmiðlar samd um, at bestu málverjarnir spældu í Klaksvík.
Í teimum 20 dystunum í kvinnukappingini eydnaðist bara mótstøðuliðunum at fáa bóltin sjey ferðir fram við Randi, meðan Jákup 50 ferðir í 26 dystum – hann sat uttanfyri tann eina – noyddist at fara í netið eftir bóltinum.
Randi S. Wardum var kosin ársins málverji hjá kvinnum í kapping við málverjarnar hjá AB og Víkingi, meðan Jákup fekk heiðurin sum ársins málverji í kapping við málverjarnar hjá Víkingi og NSÍ.
– Hetta er ikki fyrstu ferð, at eg vinni henda heiðurin, men tað er so fyrstu ferð, at steypið sær soleiðis út, segði Randi S. Wardum, meðan hon sjónliga fegin stóð við steypinum, ið var ein gyltur málmanshandski.
– At eg gerist ársins málverji, hongur saman við fleiri tingum. Rutinan og teir nógvu dystirnir gera sítt, men so havi eg eisini eitt gott lið framman fyri mær. Tað hevur øgiliga nógv at siga.
Sympatiprísur…
Jákup Mikkelsen var eyðmjúkur, tá hann hevði fingið sín gylta handska, og hann hevði hug at niðurtóna sín egna innsats í farna árinum eitt sindur.
– Hetta er eitt herðaklapp at fáa, men eg hugsi, at hetta er líka nógv ein sympatiprísur sum nakað annað. Men hetta er ið hvussu er eitt fínt farvæl at fáa, og tað eri eg takksamur fyri, segði Jákup, sum næsta ár verður málverji í næstbestu deildini og tí ikki verður við í kappingini um at gerast ársins málverju tá.
– Vit hava latið rættiliga nógv mál inn, so eg havi ið hvussu er havt nokk at gjørt. Tað hevur kanska gjørt sítt til, at valið er fallið á meg.
Mikudagin fer hann saman við restini av landsliðnum av landinum at spæla teir báðar síðstu dystirnar í HM-undankappingini, sum eru á útivølli ímóti fyrst Fraklandi og síðani Rumenia. Hetta verða teir báðir síðstu dystirnir hjá Jákupi, ið hevur verið knýttur at landsliðnum líka síðani 1988.










