Nú hetta árið nærkast endanum, er greitt, at 2018 verður árið, tá føroyski línuskipaflotin skrivar søgu. Ongantíð áður hevur veiðivirðið hjá føroyskum línuskipum í eitt ár verið so stórt sum í ár.
Tað eru frystilínuskip, sum standa fyri teimum størstu tølunum yvir veiðivirði, og orsøkin er, at frystingin gevur hesum skipum møguleikar, sum ísfiskalínuskipini ikki hava, eitt nú á Flemish Kap og í Eysturgrønlandi.
Í løtuni er ilt at siga, hvørji frystilínuskip liggja ovast uppi í veiðivirði, men greitt er, at bæði hjá Kambi og Klakki er talan um tøl, sum liggja oman fyri 38 miljónir krónur, sum er heilt fantastiskt.
Fara vit nøkur ár aflur, og áðrenn vit fingu frystilínuskipini, lógu bestu ísfiskalínuskip tá um einari 16-18 miljónir krónur í veiðivirði í eitt ár, og nú eru tølini hjá bestu skipum meira enn tvífalt so stór.
Frystilínuskipið Kambur hevur gjørt sín seinasta túr fyri jól, og í løtuni draga teir á Klakki, sum fiska norðan fyri, næst seinastu boyuna á hesum túri. Teir hava boðað frá landing í morgin klokkan 9.
Hesin túrurin hjá Klakki byrjaði hin 18. november, og nakrar dagar frammanundan høvdu teir verið inni við 66 tonsum. Teir høvdu onkrar trupulleikar við frystarínum og valdu at leggja fiskin upp.
Nú, teir aftur hava verið til fiskiskap í ein mánaða, hava teir umleið 180 tons av frystum fiski í lastini, meginparturin toskur og hýsa. 15 mans eru við Klakki henda túrin, og skipari er Líggjas Johannesen.










