Team HF Eina luttók seinnapartin í gjár í HM-finaluni í estetiskum fimleiki, sum varð hildin í Finlandi. Endaliga úrslitið var, at havnagenturnar endaðu á 9. plássi.
Leygardagin fingu tær 14,70 stig og tryggjaðu sær pláss millum tey 12 liðini, sum sluppu í finaluna og í gjár betraðu tær um sítt egna avrik og fingu 15,00 stig. 29,70 stig tilsamans vísti seg at halda til eitt 9. pláss tilsamans, eitt pláss framman fyri Team Elina úr Danmark. Team HF Eina er tí besta fimleikalið í kongaríkinum.
Vinnandi liðini var tó lítið at gera við. Finsku og russisku kvinnuunglingarnir vóru í einum flokki fyri seg og tóku fýra tey fremstu plássini.
Heimsmeistari gjørdist Minetit úr Finnlandi við 38,10 stigum, nummar tvey gjørdist Ovo Junior team eisini úr Finnlandi við 37,45 stigum og nummar trý gjørdist Victoria úr Russlandi við 37,10 stigum.
Venjararnir Jónvá Ellingsgaard og Ingibjørg Mohr Arnadóttir hava sjálvar gjørt seriuna, sum Team HF Eina framførdi í finaluni.