Bestu harumenninir eru á Borðoynni

Tilsamans vóru 6.409 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2017 og er tað meir enn tað dupulta av tí 2016. Tað upplýsir lívfrøðingurin Eyðfinn Magnussen, ið aftur í ár hevur savnað hagtølini fyri haruveiðu í Føroyum.



Nógv teir bestir vóru harumenninir í “Skálatoftahaga” á Borðoynni. Teir skutu 280 harur. Teimum á baki vóru teir í “Neshaga” í Vestmanna við 172 harum og á triðja plássi vóru harumenninir “Norðurtriðingur – Norðaripartur” í Sørvág við 146 harum.


Alt hetta, og meir afturat, kann lesast í frágreiðingini “Haruveiðan í Føroyum 2017”, sum júst er útkomin. Frágreiðingin er 51 blaðsíður til longdar og kann takast niður við at trýsta á her