Bestu hagar og seyðir í Sandoynni

- Eg haldi, at menn vóru væl nøgdir við tiltakið, sigur Tór Karlonsson Winther.

Í gjár var seyðasýning á Sandi. Tór Karlonsson Winther, sum var ein av stigtakarunum, sigur, at undirtøkan var góð.

 

- Her var nógv fólk - og 74 seyðir vóru til framsýningar. Eg haldi, at menn vóru væl nøgdir við tiltakið.

 

Tór sigur, at besti hagi varð kosin at vera Høvdarhagi Heimari Partur í Skopun. Á øðrum plássi kom Eystursíða Húsavík, og á triðja plássi Heimasti Hagi Niðan Skálavík.

 

- Besta heimaseyð hevði Schønning Hentze, og Jóan Petur Kjærbo fór avstað við aðru og triðju virðisløn fyri besta heimaseyð.

 

Tór Karlonsson Winther sigur, at besta veturgamla veðrin hevði Markus Clementsen.