Bestu ferðamálini á sama korti

Í hesum døgum verður eitt øðrvísi og stuttlig Føroyakort borið út í hvørt hús. Her finst eitt ótal av smáum tekningum, sum eru eitt yvirlit yvir bestu ferðamálini í landinum. Føroyakortið frá forlagnum ?Føroya Met? verður borið út í hvørt hús, so øll kunnu seta seg at finna støðini, tey ætla at vitja í summar.

- Hetta kortið er eisini til tey, sum ikki duga at lesa enn!, sigur Ólavur Poulsen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera hetta kortið.

Á hesum kortinum eru smáar tekningar av tí forvitnisliga, sum er at síggja og uppliva í Føroyum. Her eru bátar og skip, kirkjur og søvn, kópur og hemari, alt teknað í einføldum og litríkum stíli. Janus Dam Guttesen hevur teknað.

Eisini eru upplýsingar um oyggja- og bygdaleiðir, kunningarstovur, sjálvtøkur og bensinstøðir við, so kortið er upplýsandi, vakurt og hent.