borðtennis
Í vikiskiftinum hevur føroyameistaraskapi fyri eldri deildir í borðtennis verið í eysturskúlanum í Havn. Kappast varð í meðaldeildini og blandaðum tvímansleiki fríggjakvøldið, og í kvinnu- og meistaradeildini leygardagin. Leitk varð bert fram til finalurnar, tí sum flestum kunnugt, so blivu allar finalurnar avgreiddar í badmintonhøllini seinnapartin leygardagin. Hetta var eitt finalutiltak, sum var komi ílag, eftir at BTSF og BSF vóru samd um at samstarva við einum sokallaðum finaludegi, og einum gallakvøldið eftir at allir vinnararnir vóru funnir. Á gallakvøldinum vóru ársinsleikarar í borðtennis og badminton avdúkaðir, og vóru tey heiðrað við steypum og blómum.
Í meðaldeildini høvdu núverðandi aldursforsetin í føroyskum borðtennis Johannes Ellingsgaard, Rógvi Thorsteinsson, Vagnur Nolsøe og sjálvur formaðurin í BTSF Andras Nolsøe, leikt seg í finaluumfarið, sum alt bleiv avgreitt fríggjakvøldið. Eftir at allir høvdu leikt sínar tríggjar dystir, hevði Johannes vunnið allar sínar, og gjørdist hann tí føroyameistari í meðaldeildini.
Tær fyrstu finalurnar, sum blivu avgreiddar í badmintonhøllini leygardagin, vóru tvímansleikurin hjá kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum vunnu Marin í Dali og Susie Midjord triðja árið á rað, eftir at hava bast Sheilu Strøm og Joan Thomasen 3-1. Hjá monnunum høvdu Høgni Carlsson og Petur Niclasen leikt seg í finaluna ímóti feðgunum Eyðun og Reidar Luid. Hetta var ikki fyrstu ferð at feðgarnir Luid vóru í finaluni, tí í 2003 vunnu teir nevniliga tvímansleikin í meistaradeildini. Og ikki bleiv øðrvísi hesu ferð. Teir vunnu 3-0 á Petur og Høgna, og vunnu tí FM í meistaradeildini á øðrum sinni.
Finalan í blandaða tvímansleikinum stóð ímillum Susie Midjord og Sigurð Carlsson, og Marin í Dali og Reidar Luid. Marin og Reidar vóru tey, sum vóru omaná allan dystin og vunnu eisini sera sannførandi 3-0.
Tað, sum kanska fór at gerast mest spennandi, varð finalan í kvinnudeildini. Í hesum alt avgerandi dysti, stóð Susie Midjord fyri triðju ferð í dag við finaluborðið, meðan hin leikarin var Marin í Dali, sum vann kvinnudeildina í 2003 og 2004, meðan Susie vann í fjør. Lagt var tí upp til ein sera spennandi dyst, har báðar høvdu vunnu FM í kvinnudeildini fyrr. Men bert við trimum sera jøvnum settum, megnaði Susie at avgerða dystin til sín fyrimun og gjørdist tí, bert 14 ára gamla tvøragentan, FM vinnari í kvinnudeildini á øðrum sinni.
Hjá monnunum høvdu havnamenninir Petur Niclasen og Reidar Luid leikt seg í finaluna, men skuldi Reidar hava nakra vón um at vinna, so skuldi hann allarhelst leika sín lívsins dyst. Sum vanta, so varð tað ikki tann stóra mótstøðan, ið Reidar gav Petur, sum eisini vann dystin 4-1.
Á gallaveitsluni, sum var leygarkvøldið, vóru um 120 borðtennis- og badmintonleikarar við. Her vórðu Susie Midjord og Reidar Luid kosin ársinsstjørnuskot. Harnæst vann Susie eisini heiðurin fyri ársinsleikari hjá kvinnum, meðan Grand Prix- og FM vinnarin í einmansleiki í ár Petur Niclasen, bleiv ársinsleikari hjá monnum. Eisini varð kosið ársins herðaklapp, og fór tann heiðurin til tær tríggjar - Susie Midjord, Mariann Mikkjalsdóttur og Rakul Mikkjalsdóttur, fyri av sínum eintingum, at fara til Hvalbiar at fáa gongd á aftur tað borðtennisvirsemi, sum eina ferð var í bygdini.
NBNB Í KASSA FYRI SEG
FM-kappingin
Meðaldeildin
Einmansleikur:
1. Johannes Ellingsgaard, Tór
Tvímansleikur:
1. Andras Nolsøe og Vagnur Nolsøe, TBF
Kvinnur
Einmansleikur:
1. Susie Midjord, TBF
Tvímansleikur:
1. Susie Midjord og Marin í Dali, TBF
Meistaradeildin
Einmansleikur:
1. Petur Niclasen, Tór
Tvímansleikur:
1. Reidar Luid og Eyðun Luid, Tór
Blandaður tvímansleikur
1. Marin í Dali, TBF og Reidar Luid, Tór
Kvinnur
Ársins leikari
Susie Midjord, TBF
Ársins stjørnuskot
Susie Midjord, TBF
Menn
Ársins leikari
Petur Niclasen, Tór
Ársins stjørnuskot
Reidar Luid, Tór
Ársins herðaklapp
Rakul Mikkjalsdóttur, Mariann Mikkjalsdóttur og Susie Midjord, TBF