Nú hevur stóra danska klædnasamtakið Bestseller fingið loyvi til at byggja hægsta bygning í Danmark. Stóri bygningurin skal eftir ætlan vera í býnum Brande, og hetta verður eitt torn á 320 metrar. Hesa ætlanina hevur býráðið í Ikast-Brande kommunu einmælt samtykt, sambært TV2.
Hetta er partur av einari størri ætlan hjá Bestseller um at gera ein heilt nýggjan býarpart í Brande, har høvuðssætið hjá Bestseller er. Verkætlanin kallast “Bestseller Tower & Village” (Bestseller torn og bygd), sum skal vera eitt bústaðarøki til 7.000 fólk. Nýggi býarparturin fer at hava umleið 60 handlar, íbúðir, hotell, kaféir, høli, matstovur, spælipláss og annað, skrivar TV2.
Verður Bestseller tornið á 320 metrar til veruleika, verður tað til eitt av hægstu tornunum í øllum Evropa. Hetta verður nøkunlunda á hædd við Eiffel-tornið í París. Tað er óvist, nær byggjaríið byrjar, og endaliga váttanin til stóru verkætlanina manglar enn.










