Bestseller-eigarin var innlagdur eftir álopið

Ein av Holch Povlsen-familjuni, sum misti trý børn í bumbuálopinum í Sri Lanka, hevur verið innlagdur á einum sjúkrahúsini í landinum.

Tað váttar sendiharri Danmarkar í India, Peter Taksøe-Jensen, fyri Ekstra Bladet.

– Viðkomandi er útskrivaður aftur og farin aftur til Danmarkar, sigur Peter Taksøe-Jensen, sum er á Sri Lanka fyri at hjálpa og vegleiða dønum.

Ekstra Bladet skrivar, at tað var Bestseller-eigarin Anders Holch Povlsen, sum var innlagdur. Tað var á National Hospital of Sri Lanka í høvuðsstaðnum, Colombo.

Blaðið vísir til fleiri dulnevndar keldur á sjúkrahúsinum. Tey greiða frá, at ein vaksin maður úr Danmark við eftirnavninum Povlsen hevur verið innlagdur á sjúkrahúsinum.

 

/ritzau/