Bestseljari koyrir víðari

Hóast nýggi Renault Clio III er komin á marknaðin, koyrir Clio II víðari sum um at einki var hent.

Clio II hevur alla tíðina verið dagførdur, og er hann í dag ein væl útgjørdur bilur við góðum koyrieginleikum og somu innbygdu trygdarskipanum sum allir aðrir Renault.
 
Clio II fæst við tveimum 1,2 litur bensinmotorum við ávikavist 60 og 75 hk og einum 1,5 litur dCi commonrail dieselmotori við 65 hk.
 
Clio II er ein av mest seldu bilum í Evropa.