Bestir innanhýsis

Hondbóltur: Tað var reglan um, at innanhýsis dystir viga tyngri enn málmunurin, ið gjørdi, at Kyndil vann sær sæti í FM-finaluni.
Nú tey 20 umførini í landskappingini eru farin aftur um bak, hava bæði Kyndil og KÍF 18 stig. Kollfirðingar hava enntá betri málmun, men Kyndil hevur vunnið tríggjar av teimum fýra innanhýsis uppgerðunum, og tí eru teir nummar tvey á talvuni.
Hjá Kyndli var støðan tann undan dystinum, at gjørdust innanhýsis dystirnir avgerandi, so høvdu teir fyrimunin móti bæði KÍF og VÍF, og tí ráddi einamest um at fylgja við, hvussu leikur fór í Vestmanna. Har vildi enntá ein javnleikur verið nóg mikið hjá Kyndli, so fagnaðurin var meira enn bara vanliga stórur, tá David Edvardsen við brotskasti skoraði til 29-26. Tá var bara góður minuttur eftir at spæla, og so kundu Kyndils-áskoðararnir draga andan lættari og klappa sínum monnum gjøgnum seinasta minuttin av dystinum í Havn.