Kim Simonsen
Tey eru ung og forelskaði. Hon er lærari og hann arbeiðir fyri verfaðir, teir selja ognir. Starvsbreytin er komin uppá pláss. Nú skulu tey so giftast og tað skal vera á Hawaii. Alt er perfekt fyri Carl og Molly, sum um tey vóru Barbie og Ken, men Carl hevur ein vin, hansara “best man”, og hann er ikki bert ov seinur, men lendur á einari skeivari oyggj.
Alt gongur so nøkunkunda. Kanska ein av søgunum um Carl hjá verfaðirinum var heldur grov, men sum heild er alt sum tað eigur seg. Tey ungu flyta inn í eini nýggj hús, her skulu tey njóta lívið og hvørt annað, men her kemur so hasin vinurin kallaður Dupree í vegin. Carl sær skjótt, at Dupree hevur mist arbeiði, hann er blakaður út úr íbúðini, hann livir stutt sakt sum ein tannáringur frá hondini í munnin.
Dupree veit einki um hugtøk sum arbeiði ella skilir at onnur hava eitt privatlív, hann flytir inn hjá Carl og Molly og broytir teirra hús. Nú hava tey við eitt nógv fleir sjónvarpsrásir og teirra telefonsvarari hevur heilt onnur boð, og privatlív hava tey heldur ikki longur. Tey hava fingið ein forvaksnan tannáring búgvandi.
Ein idiot
Dupree ger alt hann kann fyri at liva eitt fullkominliga ábyrgdarleyst lív, hann syrgir fyri at oyðileggja hvørja samrøðu um arbeiði, hann heur úr at gera við at spæla við børnini á gøtuni. Hann hevur eina súklu og er fyri tað mesta bert óbúgvin og býttari enn flest.
Molly hatar at byrja við hendan Dupree, men sum Carl gerðst meiri og meiri upptikin av arbeiðinum, sær hon alt meiri til hendan stóra deingin. Hon gerðst meiri vinalig yvir fyri Dupree, ið gott kann vera filosofiskur og poetiskur, og so dugir hann at gera mat.
Dupree er í longdini sera eindimensionellur, ein festapa sum er eini 35 ár er ja einki annað enn patetisk í skataraklæðum.
Góðir leikarar, sera vánaligur filmur
Tað eru sera góðir leikarar í hesum óvanliga vánaliga filminum. Bæði Owen Wilson og Matt Dillon eru bæði góðir og kendir. Eg eri ei fan av Wilson, men ikki her.
Við í filminum er eisini hin kendi Michael Duglas, sum spælir ein maktfullur leiðari og pápi konuna Molly spæld av vøkru Kate Hudson.
Tað virkar sum um øll hava hildið summarferiu í hesum filminum, søgan er alt for tvætlut. Filmurin er lættur at gjøgnumskoða og byggir á eitt flatt og býtt tríkantsdrama.
Leikarnir eru alt ov góðir til hendan ovurhonds vánaliga filmin. Ein sera ordinerur filmur uttan veruligar ektaðar kenslur, mangan er hann slett ikki skeg heldur.
Her er einki at koma eftir og hvørki Dillon, Duglas ella Wilson kunnu bjarga hesi søkkandi skútu. Huff ein lortafilmur. Ein av teim ringastu í 2006.
1 stjørnu av 6.
Leikandi
Randolph DupreeOwen Wilson
Molly PetersonKate Hudson
Carl PetersonMatt Dillon
NeilSeth Rogen
Mr. ThompsonMichael Douglas
?Leikstjórn Anthony & Joe Russo. Framførdur í Havnar Bio frá 20. oktober kl. 21.15










