Fiskivinna
Besti toskaprísurin í gjár var stívliga 30 krónur fyri kilo. Hetta var fyri tosk 1. Miðalprísurin fyri bestu toskastøddina var annars góðar 27 krónur fyri kilo.
Toskur 2 fór í gjár fyri 24,29 krónur í miðal fyri kilo og toskur 3 fyri slakar 17 krónur fyri kilo.
Størstu nøgdirnar vóru av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 13,24 krónur fyri kilo.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at nøgdirnar av toski eru øktar í seinastuni, og kortini hava prísirnir verið rættiliga støðugir.
- Toskaprísurin er farin spakuliga uppeftir, men enn er fiskurin ikki vorðin so dýrur, sum hann var fyri einum ári síðan, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Fyri onnur fiskasløg er lítil øking at síggja í prísi, og tó at nøgdirnar av hýsu eru smáar, er ikki líkt til, at hýsuprísurin er batnandi.
Prísirnir á longu og brosmu eru heldur einki serligir í løtuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Samlaða sølan í gjár var 245 tons, sum fóru fyri tilsamans 2,4 miljónir krónur.