Hetta sást eisini aftur á 15 teimum bestu, har bólkurin fekk tvey løg á listan yvir ársins best dámdu løg: En Wannabe Darth Vader á fjórða plássi og Worst & Best Case Scenario á sekstanda plássi. Eisini á danska Tjecklistanum klárar Nephew seg væl við Worst & Best Case Scenario, sum ársins best dámda lagi, og tveimum øðrum løgum somuleiðis á listanum.
Nephew við hálva gøtumanninum Simon Kvamm á odda, er eitt tað størsta navnið í donskum tónleiki í løtuni. Nephew hevur verið til síðan 1996, men fekk ikki veruliga gjøgnumbrot fyrr enn Simon Kvamm gjørdist kendur úr Drengene Fra Angorra. Fløgan USA/DSB var á tremur við landaplágum.
Atkvøða: Send »pla ub 4« til 1441








