Besti túrurin á vetrinum

Fyrrapartin í gjár kom Brattaskor aftur av enn einum útróðrartúri. Hesin túrurin royndist avbera væl.
- 9000 pund uppá 45 stampar, - tað er ikki at forsmáa, sigur útróðrarmaðurin Hans Pauli Purkhús.

Tað liggur ein bátur og avreiðir á Kósini á middegi ígjár.
Dekkið umborð á útróðrarbátinum Brattaskor er fult av fiski. Umborð eru tveir mans í ferð við at hjálpa landingarmanninum at fáa alla hesa stóru veiðuna í land.
Skilligt er at hesir báðir útróðrarmenninir – Hans Pauli Purkhús og Tummas Andreassen – eru troyttir eftir strævnan, men kortini góðan túr.
Samstundis kunnu teir gleða seg um at hava gjørt besta túrin á vetrinum. Men eingin orsøk er at hvíla seg stórvegis fyri tað:
- Vit liggja allatíðina og lúra eftir veðurlíkindunum. So skjótt tey eru eftir vild fara vit avstað aftur, sigur annar teirra, Hans Pauli í samrøðu við Sosialin.

Góður streymur
Seinnapartin týsdagin riggaðu teir til henda túrin, og løgdu síðani leiðina norður um Fugloynna.
- Vit vóru millum tríggjar og fimm fjórðingar úr landi, greiðir Hans Pauli frá.
Fólk hava klagað um nógva regnið og nógva vindin í heyst. Fyri ein rættan útróðrarmann hevur regnið lítið at siga.
Øðrvísi er kortini við vindinum og vindferðini.
- Vit kunnu bara fegnast um at streymurin er avbera góður í løtuni.
- Tí er eitt sindur keðiligt, at vit ikki sleppa avstað aftur beinanvegin, sigur hann, nú boðað er frá nógvum vindi seinni um kvøldið.

Hægsta aldan
Aldan hevur eisini verið rættiliga høg í seinastuni – so høg, sum útróðrarmenn helst sjáldan uppliva tað.
- Tá vit løgdu frá landi týsdagin boðaði útvarpið nevniliga frá, at alduhæddin var 9 metur og 80!
- Tað er størsta aldan sum hevur verið á vetrinum, greiðir Hans Pauli frá.
Hetta var samstundis orsøkin til at teir endaðu har eysturi við Fugloynna henda seinasta útróðrartúrin.
- Tað var líkasum fyri at fáa læ, sigur Hans Pauli.

Besti túrurin
Teir báðir umborð á Brattaskor – Hans Pauli og Tummas – løgdu frá landi í Klaksvík fyrradagin.
Tað er altíð við spenningi at farið verður til útróðrar, tí spurningurin er hvørja ferð, hvussu fer at hilnast við veiðuni henda túrin.
Við sær høvdu teir 45 stampar av væl egndari línu við góðum agni á. Og mín sann um ikki fiskieydnan var við teimum!
Nú teir komu aftur at landi við gleði og takksemi kundu teir staðfesta, at veiðan mundi liggja um tey 9000 pundini – helst eitt sindur meiri.
- Hetta er í roynd og veru besti túrur okkara í vetur. 9000 pund, tað er ikki at forsmáa, sigur Hans Pauli Purkhús.

Prísurin í lagi
Eins og vanlig hevur verið, vóru teir eisini tveir mans við Brattaskor, tá teir løgdu veiðuna upp á Kósini á middegi í gjár.
Skipanin er kortini soleiðis, at teir altíð hava ein mann í landi, sum stendur fyri egningini.
Hesir tríggir kunnu bara fegnast um, at tað hevur gingist rættiliga væl við fiskiskapinum í vetur – og prísinum!
- Tað er altíð gott, tá fiskaprísurin er góður. Tað hjálpir sjálvandi væl til, sigur Hans Pauli.

Altíð leypa avstað
Tá teir løgdu veiðuna upp á Kósini á middegi í gjár var dýrdarveður. Men tað fór tað neyvan at verða allan dagin.
Veðurforsøgnin boðaði frá nógvum vindi um kvøldið – ikki bara nógvum vindi, men hvirlum heilt upp í ódnarstyrki.
- Nei, vit fara so ongan veg í kvøld undir slíkum viðurskiftum.
- Men kanska onkur av teim størru bátunum fara. Nei, eg veit ikki rættiliga um nakar fer avstað, sigur Hans Pauli.
Ætlanin er tó at leggja frá landi onkran túr aftrat fyri jólahøgtíðina.
Streymurin er framvegis við útróðrarmonnunum, og kemur í roynd og veru ikki í hæddina aftur fyrrenn tollaksmessudag
Teir ætla sær avstað so skjótt sum líkindi verða aftur.
Tað er helst so sum Hans Pauli tekur til:
- Vit eru bara tveir mans við. So ein kann bera skjótt at, um vit ætla okkum til útróðrar.
- Tað er ikki tað sama aftur um talan var um ein størri bát við seks monnum. Vit kunnu altíð leypa avstað!



- Hugaligt ein slíkan dag!
Tað er altíð ójavnt, hvat teir fáa uppá hvønn stampin. Slíkt hevur verið skiftandi ár undan ári.
Onkur ár vóru menn sera væl nøgdir, um teir fingu 100 pund uppá stampin. Onkutíð eisini minni enn tað.
Men í ár hevur borið betri til hjá summum, og sum nevnt omanfyri bar væl til hjá Brattaskor henda seinasta túrin.
9000 pund við 45 stampum, tað gevur 200 pund uppá stampin. Tað er eingin orsøk at klaga um tað.
Tað vóru kortini ikki bert teir umborð á Brattaskor sum fingu so nógv ígjár.
Ein annar bátur kom inn um somu tíð – hann hevði fingið um 3200 pund við 16 stampum.
Meðan teir báðir práta saman ringir fartelefonin hjá Hans Paula. Uppaftur ein útróðrarmaður er í telefonini. Hesin vil fegin vita, hvussu gekst henda túrin.
Fegin kann Hans Pauli Purkhús greiða hinum frá, at teir júst eru afturkomnir at besta túrinum í vetur.
- Ja, tú skilir at tað er hugaligt at vera útróðrarmaður ein slíkan dag, sigur hann.



FAKTA
Brattaskor
Eigari: Ásmund Olsen, Klaksvík
Longd: 11.58 m.
Breidd: 3.60
Dýpd: 1.43
BRT: 12.40
Seinasti túrur: Avreiddu í gjár góð 9000 pund í Klaksvík.