Besti spurtarin vinnur

Føroyskir hondbóltsáskoðarar verða helst vitni til mest spennandi endaspurtin í mannaminni, nú bert trý umfør resta í bestu mansdeildini

Hondbóltur

Hóast feltið við luttakarunum í gullstríðnum varð skorið niður í tríggjar um vikuskiftið, eftir at StÍF mátti lúta fyri Neistanum, so hevur talan verið um eina óvanliga javna kapping í vetur.
Trý lið eru jøvn á fyrsta plássinum við 16 stigum hvør, og sum dystarskráin nú sær út, og sum úrslitini annars hava lagað seg í ár, so er at kalla púrasta vónleyst at peika á nakran einstakan favoritt.

Kandidatarnir
Enn eiga øll trý oddaliðini sínar innanhýsis dystir eftir, og tað er lítið at ivast í, at tað fyrst og fremst verða hesir, sum fara at gera av, hvør skal standa við steypinum, tá avtornar.
Best sær tað kanska út hjá VÍF, sum veruliga hevur fingið gongd á spælið hesar seinastu dystirnar.Eftir teir báðar fyrstu dystirnar av endaspælinum sá annars svart út hjá VÍF, sum hevði av at vita frá bæði Kyndli og StÍF, og sum eisini hevði fimm stig upp til oddasessin. Síðani hetta hevur Kyndil tó bert fingið fimm stig burtur úr fimm dystum, og tað er einki at ivast í, at tað í løtuni er VÍF, sum er best fyri sálarliga av hesum báðum. Fyrst og fremst orsakað av góða rákinum, sum nú hevur verið, men eisini tí liðið í nógv størri mun telir royndar leikarar. Leikarar, sum hava roynt tað mesta, sum er vert at royna í føroyskum manshondbólti, og sum tí ikki eru í so stórum vanda fyri at fáa gummibein ella ?armar.
Hjá Kyndli er støðan í løtuni kanska júst tann øvugta, sum hon er hjá vestmenningum. Og kanska hava teir tí eisini vánaligastu kortini á hondini.
Hjá einum so sigursvandum liði, sum Kyndil jú er, er »síðani 1996« sera long tíð at bíða, nú vit skriva 2004 í álmanakkanum. Nú liðið at kalla alt kappingarárið hevur hildið til á oddasessinum, eru vónirnar hjá áskoðarunum um at broyta hetta ?96 talið skrúvaðar hampuliga langt upp, og hetta er uttan iva við til at økja trýstið á leikarunum. Og tó at talan er um leikarar, sum upp ígjøgnum ungdómsárini hava vunnið tað mesta, so eru teir ikki vanir við støðuna sum oddalið í bestu deildini. Her eru tað bara tveir av leikarunum, sum hava verið meistarar í bestu deildini. Nevnliga Johan Danielsen, sum var meistari við StÍF í ?99 og so sjálvandi Jónleif Sólsker, sum hevur ikki færri enn níggju meistaraheiti við ávíkavist Kyndli, VÍF og StÍF.
Og skal tosast um formkurvu, so skerst ikki burtur, at Kyndil í løtuni er í einum veruligum aldudali. Eftir at teir byrjaðu endaspælið við fullari ferð, tá teir vundu burturúr einum kreppuraktum VÍF-liði, hevur gongdin fyri tað mesta verið skeiva vegin, og fimm stig í teimum seinastu seks dystunum er avgjørt ikki tað, sum verður roknað við frá einum meistarakandidati. Tað man tó vera ein lætti hjá Kyndli, at dystirnir móti H71 nú eru eitt liðugt kapittul fyri árið. Júst hesir hava meira enn nakað kostað dýrt hjá Kyndli, sum bara hevur fingið tvey av sínum 16 stigum frá hoyvíkingunum!
Og so er tað Neistin, sum við sínum sigri á StÍF framvegis helt fast um sín lut í oddastríðnum. Eftir at liðið undan endaspælinum fekk tilgongd av Heina Hanusarson, varð frá fleiri síðum mett, at teir nú máttu roknast sum størstu favorittarnir, og skal bara metast eftir pappírinum, so hevur Neistin kanska eisini sterkasta hópin. Ein bak-keta við Heina Hanusarson, Áka Mørk og Dragisa Stojovic eigur í øllum førum at vera garantur fyri nógv mál, og við Blagoje Buha og Zeljko Jotic at fylla útlendingakvotuna, tykist talan vera um ein hóp, sum øll lið eiga at hava stórar trupulleikar av.
Tað hava tey kanska eisini, men samstundis hava dystirnir higartil víst, at liðið í alt ov stóran mun er tengt at avrikunum hjá einstaklingunum. Hetta skilt soleiðis, at talan í stóran mun er um sjálvdrátt hjá stóru profilunum, og at liðið tí ikki fær nóg stórt gagn av hesum monnum. Hvørki í álopinum ella í verjuni, har hæddin hjá bak-ketuni annars átti at komið sera væl við.

Skráin
Tað kann tó væl vísa seg, at gitingarnar og metingarnar omanfyri als ikki eru nakað, sum fer at halda tær komandi vikurnar, tí eftirverandi dystarskráin letur eisini allar møguleikar standa púrasta opnar.
Her hava vestmenningar truplastu dystarskránna við Neistanum, StÍF og Kyndli eftir á skránni. Við verandi støðuni, so kunnu Vestmenningar her hava ráð at tapa dystin móti strandingum, um bara hinir báðir geva fult, men fyrst og fremst ræður hjá teimum um at taka ein dyst í senn.
Neistin hevur tann fyrimun, at um liðið kemur heilskalað gjøgnum teir báða næstu dystirnar, so enda teir við einum »bleytum« dysti móti H71, har vandin fyri einum kiksi í seinastu løtu tykist minni, enn um talan var um dystir móti onkrum av hinum oddaliðunum. Útgangsstøðið undan hesum dystinum er tó treytað av úrtøkuni í Vestmanna komandi vikuskifti og í Havn annað vikuskiftið. Geva hesir ikki nóg nógv, so kann seinasti dysturin gerast fulkomuliga týdningarleysur.
Kyndil leggur fyri í endaspurtinum við heimadysti móti KÍF, og lítil ivi man vera um, at hesin fyrst og fremst skal brúkast til at styrkja um sjálvsálitið. KÍF hevur í ár als ikki volt Kyndli nakrar trupulleikar, og tí er væntandi, at stigini verða eftir á Hálsi. Spurningurin er so bara, um kreppan hjá Kyndli stingur somikið djúpt, at eisini hesin dysturin kann gerast ein trupulleiki. Um so er, so ballið at kalla búið hjá Kyndli, tó at teir við sigrum í teimum báðum seinastu dystunum og eitt sindur av hjálp annars kortini hava møguleikan.
Svarti hesturin í øllum hesum er so StÍF, sum enn hevur ein teoretiskan møguleika. Tað skal tó nógv fella í rættlag hjá strandingum, um tað skal eydnast teimum, men fyri fimm árum síðani sá støðan kanska enn meira vónleys út, tá teir fýra dystir kappingarlok vóru langt aftan fyri Kyndil, sum so endaði við at tapa fýra dystir á rað.
So hóast vit ikki hava tikið strandingarnar við í hesi metingini, so hevur kappingin í ár víst, at einki skal útilokast, fyrr enn tað matematiskt er ógjørligt, so kanska verða tað strandingarnir, sum fáa alt latið upp í hendurnar seinastu umførini.