Besti skúlin til børnini

Bygnaðurin í okkara fólkaskúla hevur verið óbroyttur í nógv ár. Meðan stórar broytingar eru hendar í samfelagnum. Krøvini til útbúgving hjá børnum og ungum eru nógv økt, eins og vit í dag seta krøv til fleiri og øðrvísi førleikar hjá læraranum.

Øll foreldur vilja geva sínum børnum so góða barlast sum gjørligt at fara út í lívið við, tað sama vilja allir lærarar geva sínum næmingum.

Hvussu geva vit børnunum tann besta førningin, bæði fakliga og trivnaðarliga, eigur at vera meginreglan í øllum tillagingum, ið vera gjørdar í fólkaskúlanum.

 

Fólkaskúlin í dag

Tað eru 140 færri børn í fólkaskúlanum í 2009 enn í 2008. Játtanin í 2009 er 271 mió, hetta er øking á 13 milliónir í mun til 2008. Hóast ein partur er lønarhækkingar, er tað vert at seta spurningin, fáa næmingarnir nokk fyri peningin?

Ber til, at skipa skúlan øðrvísi, so meira fæst fyri hesa upphædd. Haldi at tíðin er komin at seta hesar spurningar.

 

Stórt er ikki altíð best

Eri als ikki samd við teimum, ið halda, at stórar eindir bara eru tað besta. Eri heldur ikki samd í, at bert stødd á játtan skal stýra, hvat ið vit gera á fólkaskúlaøkinum.

Størsta týdningin hevur læringin og trivnaðurin hjá barninum. Tað merkir eisini, at lærararnir fáa góðar umstøður at geva børnum okkara tað besta, ið tey eru ment, bæði av fakligum innihaldi og sosialum førleikum.

Ein lærari við fimm børnum gevur børnunum tað besta, ið hon kann. Eri onga løtu í iva um, at hetta kann vera líka so góð undirvísing, sum á einum stórum skúla við nógvum næmingum og fleiri lærarum. Tað er tó ein sannroynd, at vit læra ikki bara í einrúmi saman við einum lærara, vit læra eisini í felagskapi við onnur. Størri skúlar geva, mest sannlíkt, betur møguleika fyri einum fjølbroyttum felagsskapi.

 

Skúlaøkir

Ljóðar, í grein í bløðunum, at skipanin við skúlaøkjum merkja færri skúlar, hetta er ikki heilt rætt. At skipa, til dømis Norðoyggjar í eitt skúlaøki merkir, at allir skúlarnir eru ein bygnaðarlig eind við einari leiðslu, og ikki sum í dag fimm eindir. Sostatt er talan um at leggja skúlar saman.

Mannagongdin verður tann, at kommunurnar gera eina avtalu um at skipa allar skúlarnar í eitt skúlaøki. Síðan avgera tær í felag, hvussu henda eindin verður best skipað.

Velja kommunurnar í Norðoyggjum til dømis ikki at nýta ein skúlabygning til vanliga undirvísing, so kundu tær ístaðin avgjørt at nýtt henda bygning til heildagstilboð til næmingar, ið hava ein serligan tørv. Hetta er eitt tilboð, ið vanligi skúlin ikki í dag kann geva. Soleiðis kann játtanin til skúlan við øðrvísi bygnaði nýtast til at geva næmingum fleiri og betri tilboð, enn teir fáa í dag.

 

Kommunnurnar við

Tað eru kommununnar, ið skulu gera sínamillum avtalu um, hvussu skúlin skal skipast í økir, fæst politisk semja um at skipa landið í skúlaøkir. Tí er tað sjálvsagt, at tær skulu við í tilgongdina. Eri sannførd um, at politiski myndugleikin ferð at viðgera allar møguligar broytingar á økinum, í samráð við kommunur, Lærarafelagið og øll, ið varða av skúlanum.