Besti sangari: Teitur Lassen

Fáur føroyskur tónleikari hevur verið so áhaldandi og treiskur sum Teitur Lassen í arbeiðnum fyri at gerast tónleikari burturav.

 Hann hevur í fleiri ár ferðast úti í heimi við sínum tónleiki, og tað gav eisini úrslit, tá ið stóra plátufelagið Universal gjørdi ein sáttmála við hann. Teitur byrjaði sum popptónleikari í Havn, og hann var sangari í væl umtókta bólkinum Mark No Limits, sum millum annað vann Prix Føroyar tónleikakappingina. Seinnu árini hevur hann spælt undir sínum egna navni, og hann hevur ikki minst verið á ferð í USA, men eisini á okkara leiðum í Norðurlondum og Europa annars. Higartil er ein fløga komin út á plátufelagnum Universal, men meira er í væntu. Teitur skrivar sínar egnu sangir, og teir eru hugtakandi við góðum yrkingum og fangandi løgum.
 
Atkvøða: Send »pla bs 5« til 1441