Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Nøkur ár frammanundan gjørdi hann nógv við at vera málmaður í fótbólti, men hann læt seg úr handskunum og tók heldur gittar hond. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein nýskapandi fólkatónleikarabólkur, og millum og eftir útgávur hjá Enekk hevur Kári Sverrisson spælt sum solistur. Hann hevur javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt.
Atkvøða: Send »pla bs 3« til 1441