Sangarin í Boys in a Band ? sum stutt fyri jól vunnu altjóða GBOB finaluna ? ið vann heiðurin sum besti sangarin
Um Pætur Zachariassen skrivaði Niels Uni Dam í tilnevningini, at ?Sjarma fjas og ein rúgva av sjálvsáliti kann brúkast til nógv, men í førinum Pæturi Zachariassen goymir tað í ein ávísan mun, at hetta er ein sera góður sangari.
Boys In A Band oddamaðurin er egin og stuttligur, og kanska mest týdningarmikili brikkurin í putlispælinum, ið ger Boys In A Band til ein av Føroya bestu bólkum nakrantið, og sambært GBOB besta nýggja bólk í heiminum. Pætursa orkufulli sangur gevur ljóðmyndini hjá Boys In A Band nakað heilt serligt. Hann hevur eitt sera sterkt útrykk, og vinnur nógv hjørtu, tá hann letur munnin upp.?
Tað var Mathea Hilduberg frá Føroya Tele, sum handaði honum heiðurin.