Besti nýggi (bólkur/einstaklingur)

Tilnevningar til planetina fyri besta nýggja bólk ella einstakling eru hesar:

Boys In A Bandpla nb 1
Boys In Band var eitt heilt óskrivað blað, tá bólkurin meldaði seg til GBOB í heyst. Í finaluni megnaði bólkurin at syfta GBOB vinnaranum í fyrra árið Marius.

Budampla nb 2
Búi Dam lánti eina smáttu í Andalusisku fjøllunum at skriva tónleikin til Budam. Á konsertum hevur bólkurin spælt sín serliga søgutónleik og hvørja ferð sita áskoðarnir bergtiknir.

Isadora and The Rebelspla nb 3
Isadora and The Rebels var millum bestu upplivingarnar á Summarfestivalinum í fjør, tað er serliga sterka oddakvinnan Guðrið Hansen, ið bergtekur. Bólkurin brýtur í føroyskum høpi upp úr nýggjum.

The Story Endspla nb 4
Hóast the Story Ends hevur nøkur ár á baki, fekk bólkurin sítt gjøgnumbrot í fjør. Eftir framførsluna á G! í fyrra árið vaks bólkurin alsamt í virðing og í ár kom fyrsta fløgan út.

Thor Simonsenpla nb 5
Fyrsta fløgan hjá Thor Simonsen varð gjørd á hansara teldu í sovikamarinum. Hann kallar tað hip hop, men tankarnir kunnu ferðast til nøvn sum Beck Hansen og hansara heilt serliga stíl. Heilt víst eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnunum í fjør.