FÓTBÓLTUR
Neyvan hevur nakað føroyskt landslið nakrantíð havt ein so bólttryggan og álopssinnaðan miðvøll, sum U21-landsliðið hevði í gjárkvøldið, tá tað eisini eydnaðist at skapa sensatiónina við 1-0 sigri á Russlandi.
Í byrjunaruppstillingini var diamanturin á miðvøllinum vendur um, so tveir lógu aftanfyri og ein frammanfyri. Alt samalt spælarar, sum vit minst líka nógv kenna sum framherjar, og tað sást eisini aftur í føroysku atsóknunum, ið vóru nógvar í tali gjøgnum dystin.
Tann fremsti á miðvøllinum var liðformaðurin, Christian Restorff Mouritsen, og so lógu Róaldur Jacobsen og Kristoffur Jakobsen aftan fyri hann. Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu tíðini, kom Odmar Færø inn á miðvøllin fyri Kristoffur, sum langt síðani hevði runnið sólina svarta.
– Eg má viðganga, at eg hevði rættiliga nógvar nervar. Venjararnir høvdu sent meg at hita upp, so eg visti, at eg skuldi inn. Eg mátti so bara royna alt tað, sum eg kundi, segði Odmar eftir dystin, ið gjørdist ein framúr uppreisn fyri liðið, sum leygarkvøldið tapti 0-4 fyri Rumenia.
Róaldur Jacobsen, sum ferð eftir ferð demonstreraði sín sera góða bóltførleika, var eisini ovurfegin eftir dystin:
– Vit spældu við stórum sjálvsáliti og megnaðu at halda leiðsluna allan vegin. Um vit skulu fáa tað at rigga, krevur tað av okkum, at vit spæla væl, og hesa ferð sóu vit, at tá riggar tað eisini, staðfestir hann.
– Hetta var ein stórur arbeiðsinnsatsur, og so gjørdi tað tað ikki verri, at vit kanska vóru eitt sindur hepnir viðhvørt og teir eitt sindur óhepnir onkuntíð. Tað riggaði bara.