Á seinasta kommunuvali í Íslandi hildu nógvir veljarar, at best mundi vera at velja Besta Flokkin, og flokkurin gjørdist eisini tann stóri sigursharrin við 35 prosentum av atkvøðunum.
Men sambært einari nýggjari kanning eru tað ikki so mong, sum halda Besta Flokkin vera tann besta longur. Hevði val verið nú, hevði flokkurin fingið 19 prosent av atkvøðunum og hevði mist helvtina av sínum kommunustýrislimum, sigur RÚV.