Ungi og evnaríki gittarspælarin og sangarin Uni R. Debess var á odda fyri eini bluestrio, sum av álvara tók føroyska tónleikaheimin á bóli í 2005. Bólkurin var við í Prix Føroyar tónleikakappingini, og har komu teir allan vegin í finaluna og vunnu hana. Harafturat varð bólkurin kosin til besta bólk í landinum á Atlantic Music Awards.
Bólkurin hevur eisini eina útgávu á baki, sum kom fyri einum góðum ári síðani, og tá ið teir vunnu Prix Føroyar, vunnu teir samstundis studiotímar í góðum donskum studio, so vónandi kemur meira frá teimum á fløgu.
GoGo Blues spælir tónleik, sum limirnir í bólkinum sjálvir hava skrivað, og tann fríski inngangsvinkulin hjá Una Debess til bluestónleikin hevur fingið tey ungu at taka væl ímóti bólkinum.
Atkvøða: Send »pla bf 2« til 1441